VÆLKOMIN!

Ein dagur fyri alla familjuna

Barna- og ungdómsdagur

Leygardagin 11. September, skipar Ítróttasamband fyri brekað fyri árliga barna- og ungdómsdegnum.  Í ár verður tiltakið í skúlanum við Ósánna í Klaksvík.

Byrjað verður kl 11.00 og tiltakið endar uml kl 14.00.

Hesin dagur ber dám av ítrótti sum ítriv. Her fáa børn og ung, ið bera brek, høvi at hittast og íðka ítrótt. Tey ungu spæla saman og skipað verður fyri smærri kappingum o.t. Eisini sleppa tey at royna boccia, ið serliga er ætlað fólki, ið bera brek.

Høvi verður hjá foreldrum at hoyra meira um tilboð, sum ÍSB saman við feløgunum og kvøldskúlunum kring landið hevur til børn og ung. Í ár verður tað Tóra við Keldu, ið kemur at greiða frá sínum royndum sum ítróttafólk.

Barna- og ungdómsdagurin er ætlaður at eggja teimum ungu at halda fram við ítrótti. Og tað er gleðiligt, at fleiri av teimum halda áfram við venjingum og luttaka í kappingum, sum ÍSB og feløgini Smæran og Svanur skipa fyri.

ÍSB vónar, at nógv fara at taka undir við hesum tiltaki, og at øll fara at fáa ein góðan, virknan og hugnaligan dag saman.

Tilmelding fer fram á tlf 31 75 79 ella isb@isb.fo

Barna-og undómsdagurin er fyrst tiltakið á skránni fyri veturin. Eins og undanfarin ár, verða fleiri tiltøk á skránni. Saman við feløgunum Svani og Smæruni verður skipað fyri kappingum og ítróttadøgum í greinunum borðtennis, boccia, frælsum ítrótti, racerunning og svimjing.

Kvøldskúlin kring landið fer eisini í gongd við sítt virksemi, við ítrótta- og venjingartilboðum til fólk við tarni.   

ÍSB vónar og væntar eitt gott ítróttaár við spennandi kappingum og góðum ítróttaavrikum