VÆLKOMIN!

Ein spennandi, mennandi og flennandi festivalur, Special Olympic Festivalurin

Hesi vóru orðini hjá Jarvini Feilberg Hansen, tá ið hann setti fyrsta føroyska ítróttafestival nakrantíð. Hann vónaði, at øll fingu ein spennandi, mennandi og flennandi festival og ikki kann siga annað, enn at tiltakið var sera væleydnað. Yvir 60 fólk luttóku í trimum ymsum ítróttum. Samanlagt mundu eini 125 fólk vera við leygardagin. Lagt var upp til, at fólk sjálvi valdu sær ítróttagreinar. Tey kundu velja millum: Svimjing, borðtennis, fótbólt, fimleik, frælsan ítrótt, boccia og leik og spæl. Fyri hesum stóðu fólk, ið vanliga gera eitt stórt arbeiði innanfyri ÍSB – kvøldskúlalærarar, lærara- og pedagoglesandi og onnur, ið á einhvønn hátt hava hug til at hjálpa til við slíkum arbeiði.

Festivalurin byrjaði kl. 9, har fólk skrásettu seg. Síðani varð stevnan sett, har Jarvin Feilberg Hansen helt røðu og Jógvan (Egga) Jensen, formaður, segði eisini nøkur orð.

Síðani fóru fólk í bólkar til tað, sum tey høvdu valt. Á miðdegi savnaðust so øll at eta matpakka og tá legði Sonni Djurhuus, nevndarlimur hjá ÍSB, fram um stovnaran av Special Olympic leikunum, Eunice Kennedy Schriver. Eunice Kennedy Schriver var systir vælumtókta John F. Kennedy, ið flestum kunnugt var forseti USA eitt skifti.

Eftir matarsteðgin og fyrilesturin, fóru fólk út í aðrar bólkar at íðka. Stuttligt var at síggja, hvussu væl øll vóru við. Eingin misti mótið, tí at støðið varð lagt eftir hvørjum einstøkum, so hetta vóru dugnalig ábyrgdarfólk, ið dugdu at síggja tørv hins einstaka. Endamálið við festivalinum er júst: At fólk finna fram til tað, sum teimum dámar væl og at hava tað stuttligt og hugnaligt samstundis.

Síðani var frukt og vatn á skránni, áðrenn farið varð undir síðsta tíman av ítrótti. Eftir hetta var skift í onnur klæði og síðani var góður døgverði á skránni við lekrum omaná. Heðin Mortensen tók sær tíð at koma niðan og siga nøkur vælvald orð. Rasmus Magnussen sang og spældi til borðhaldið og hýrurin var so mikið góður, at mong tóku sær ein sving-om aftur við løttum tónleiki.

Samanumtikið var tiltakið sera væleydnað. Tøkk til Special Olympic nevndina, ið hevur umboð úr Javna, Smæruni og Svani, ið hava gjørt hetta møguligt. Tøkk til Hotel Hafnia, Skemmuna, Statoil, Lív, Tórshavnar Kvøld-og ungdómsskúla, Miklagarð, Bank Nordik , Inn, Føroya Bjór, Føroya Tele og Kiwanisfelagið Rósan.

Hóskandi er at enda við orðunum, ið verða søgd í sambandi við Special Olympic:

Lat meg vinna, men um eg ikki kann vinna – - so lat meg hava dirvi í royndini.