VÆLKOMIN!

Elin er ársins boccia-spælari

Elin Løkin, sum dagliga venur boccia í ítróttafelagnum SVANI, fekk heiðurin sum ársins boccia-spælari. Hon hevur møtt væl upp til venjing og verið ágrýtin tað seinast árið. Elin fekk eitt steyp til ognar, og hon var sera stolt og glað fyri heiðurin.

Vit ynskja Elini tillukku og góða eydnu víðari við venjingini.