VÆLKOMIN!

Elvin Grand Prix vinnari

Svanur hevur í vetur skipa fyri Grand Prix kappingini í boccia, og hósdagin áðrenn páskaferiuna var fjórða seinasta umfarið í kappingini. Eftir nakrar spennandi dystir gjørdist úrslitið at Elvin Weihe vann sær heiðurin sum Grand Prix vinnari 2010-2011 og Theodor Esmar Hansen vann silvur meðan René Líð kom á triðja pláss. Vit ynskja teimum tillukku.

Á heimasíðuni hjá Svani ber til at lesa meira um kappingina http://www.svanur.fo/