VÆLKOMIN!

EM í boccia

 

 

EM í boccia, 25. Juni – 3. Juli í Póvoa de Varzim í Portugal

Í morgun fóru tey trý: Áki Joensen, spælari, Dan Lamhauge, venjari og Annette Fanøe Dietz, hjálpari, til Portugals, har Áki fer at luttaka í einum av stóru kappingunum fyri brekað, nevniliga EM í boccia, sum IPC (International Paralympic Committee) skipar fyri. Tað er fyrstu ferð, at føroyingar luttaka í so stórari kapping innan boccia.

Áki Joensen er 28 ár. Hann situr í koyristóli og er spastiskur. Áki hevur spælt boccia í nógv ár nú, og nógv er áliðið, síðani hann tey fyrstu árini ikki kundi nýta hendurnar at kasta við og tískil noyddist at sparka bóltarnar. Tað hjálpti tí nógv, tá hann fekk rampuna, sum hann í dag spælir við.
Áki hevur vant á Skúlanum á Trøðni og á Venjingarskúlanum týsdag og hósdag hjá ÍSB og kvøldskúlanum. Nú býr Áki í Danmark, har hann flutti í 2003. Í dag venir hann hjá I.H.Aalborg tvær ferðir um vikuna umframt nógva individuella venjing.
Áki Joensen hevur umboðað Føroyar fleiri ferðir í norðurlandahøpi til NM. Úrslitini hjá honum hava verið sera góð, og nevnast kann, at hann í Íslandi vann gull og tískil var Norðurlandameistari í 2000. Hann vann bronsu í NM í Føroyum 2006 og silvur í Norra 08.

Áki hevur hesa viðmerking til sína luttøku í EM: “Hetta er mítt fyrsta EM, so tað verður spennandi! Eg veit ikki, hvussu tað fer at ganga ,men eg skal so gera alt fyri, at gullið kemur til Føroyar!”

Her á síðuni fer at bera til at síggja úrslitini hjá Áka.