VÆLKOMIN!

EM í Boccia

Í døgunum 25. juni til 2. juli 2009 varð skipað fyri EM í Boccia í býnum Póvoa de Varzim, sum liggur í Portugal.

Áki Joensen umboðaði Føroyar til kappingina. Hetta var fyrstu ferð at Áki luttekur í tílíkari kapping, og tí mátti hann bólkast fyrst.

-"Hann bleiv, sum vænta bólkaður í BC3. Tað eru tey, sum sita í koyristóli og spæla við rampu". Sigur Dan Lamhauge, venjari.

Áki bleiv bólkaður saman við einum sera sterkum íra, Johnny Cronin, dananum Daniel Bente -sum Áki fleiri ferðir hevur møtt- og  einum úr Belgia. Áki møtti íranum í fyrsta dysti, sum er rankaður nr 10 á heimsstyrkilistanum. Áki gjørdi ikki mætari enn at vinna dystin. Tó eydnaðist ikki at vinna á dananum og belgiumanninum. Áki endaði á 29. plássi.

-"Støðið á kappingini var sera høgt", sigur venjarin, og ongin ivi er um at Áki hevur staðið seg væl.