VÆLKOMIN!

EM í frælsum ítrótti

Um vikuskiftið verður ein stór kapping í frælsum ítrótti. Tað er felagsskapurin INAS, ið skipar fyri innandura EM í Helsinki, Finlandi. INAS er felagsskapurin, ið skipar fyri kappingum fyri fólk við menningartarni á hæsta støði.

Ítróttasamband fyri brekað sendir Kristian Martin Garðalíð at umboða Føroyar til kappingina, og hann fer at luttaka í fimm-kampi og í kúlustoyti. Kristian Martin hevur vant miðvíst til kappingina, og vónar, at hann megnar at seta persónlig met í kappingini. Um tað fer at røkka til eitt heiðursmerki, er ilt at siga, men eitt er tó vist, at talan er um eina harða kapping, har bestu ítróttafólk í Evropa fara at kappast um heiðursplássini.

Kristian Martin hevur, saman við venjara sínum Sonna Djurhuus, fyrireika seg væl til kappingina. Hann venur við ítróttafeløgunum Svani í Eysturoynni og Hvirluni í Havn. Umframt hetta hevur Kristian Martin eisini luttikið og staðið seg væl í kappingum hjá ÍSB og kappingum hjá FÍF, har hann hevur kappast móti øðrum, ið ikki bera brek.

Vit ynskja Kristian Martini góða eydnu í EM-kappingini í Helsinki.

Kappingini í Helsinki byrjar fríggjadagin 18. mars og føroyska liðið verður aftur í Føroyum 21. mars.

Úrslitini frá kappingini koma -so skjótt tey eru tøk- á heimasíðuna hjá ÍSB

 www.isb.fo