VÆLKOMIN!

EM í racerunning og frælsum ítrótti

ÍSB hevur sent tvey føroysk ítróttafólk at umboða Føroyar til EM í racerunning og frælsum ítrótti.

John Heri Johansen úr Klaksvík luttekur í hesum døgum í EM í Racerunning, sum er í Keypmannahavn. Sjálvt um Racerunning er ein nýggj ítróttagrein, hevur John Heri roynt seg í kappingum í Føroyum, men hetta er fyrstu ferð hann luttekur í altjóða kappingum. Kappast verður á 800-, 400, 200- og 100 m teinum. Kappingin endar 11. juli.

Ítróttafólkið í racerunning brúka ein Petra-súkklu at kappast á. Petrasúkklan hevur trý hjól, eitt framman og tvey aftan. Íðkarin situr á einum saðili og fær ferð við at seta fótin í jørðina. Ongar pedalur eru á súkkluni.

Kristian Martin Garðalíð luttekur  í EM í frælsum ítrótti fyri menningartarnað í Kroatia, har hann kemur at kappast í 5-kampi. Talan er um eina kapping á høgum støði, har allir íðkarar eru altjóða góðkendir av IPC- International Paralympic Committee. Kristian Martin og venjari hansara koma aftur til Føroya týsdagin 13. juli.