VÆLKOMIN!

EM í svimjing er byrjað

So er hol sett á stóru evropeisku kappingina í svimjing fyri brekað. Kappingin er í Reykjavík.  ítróttafólk, venjarar, hjálparar, áskoðarar og onnur áhugaði vóru savnaði í Laugardalshøllini í Reykjavík til setanina leygarkvøldið.

Tiltakið byrjaði við, at umboð fyri tey ymisku londini komu inn við teirra flaggi. Ragnvaldur Jensen bar Merkið inn í høllina.

Borgarstjórin í Reykjavík bjóðaði ítróttafólki, venjarum og hjálparfólki vælkomin til býin, áðrenn forsetin í IPC (International Paralympic Commitee) Sir. Philip Craven helt sína røðu. Hann gleddist um at EM í svimjing fyri brekað aftur er komið á breddan, seinast skipað varð fyri EM í svimjing var í 2001. Sigast má, at evropearar havi tikið væl undir við hesum, tí yvir 400 svimjarar eru við í kappingini.

Tað var Íslandski forsetin Ólafur Ragnar Grímsson, ið setti kappingina,  og hann nýtti eisini høvið at ynskja øllum góða eydnu.

Ítróttafólk í Íslandi vístu teirra kynstur, tá ítróttagreinarnar svimjing, borðtennis, boðaskjóting og fimleikur blivu víst fram hetta kvøldið. Fleiri tónleikainnsløg vóru eisini á skránni.

Setanin endaði við ein stórum fýrverki uttanfyri. Myndir frá sentanini síggjast her

Fyrstu kappingarnar byrjaðu í morgun. Ragnvaldur svimur sína fyrstu kapping týsdagin.