VÆLKOMIN!

EM í svimjing fyri fólk við tarni

Komandi viku verður Evropameistarakappingin í svimjing fyri fólk við tarni í Berlin. Úr Føroyum luttaka tveir svimjarar, Krista Mørkøre úr svimjifelagnum Ægir og Ragnvald Jensen úr svimjifelagnum Flot.

Ragnvald Jensen svimur í bólkinum S14, sum er bólkur teirra við menningartarni. Í Berlin skal hann luttaka í 200 m frísvimjing, 100 m ryggsvimjing og síðsta kappingin hjá honum er bringusvimjing, á 100 m teininum. Tað er ongin ivi um, at Ragnvaldur fær harða kapping í Berlin, tí svimjarar við menningartarni hava ment seg nógv, síðan boðini bórust, at tey aftur kunnu luttaka í Paralympisku leikunum (PL).

Ragnvaldur hevur einaferð áður luttikið í eini EM kapping, men hetta er fyrstu ferð at Krista er við í eini kapping á so høgum støði. Hóast sín unga aldur, so hevur 12 ára gamla Krista rokkið kravtíðunum í trimum greinum, nevnliga 50-, 100- og 400 m frísvimjing. Svimjararnir verða ikki býttir í aldursbólkar, sum vit m.a. kenna frá German Open, so Krista skal kappast móti vaksnum svimjararum í sínum bólki, S10. Hon fer tó at royna sítt besta, og ætlar at seta persónlig met, hóast sjúka hevur darvað hana seinastu vikurnar.

ÍSB fegnast um at kunna senda ítróttafólk at umboða okkara land til so stórar kappingar, og vit ynskja teimum góða eydnu. Umframt ítróttafólk verður Torkil Mørkøre ferðaleiðari og Rúni Gaardbo er venjari. Føroyska liðið fór av landinum 1. juli og tey koma heim aftur 10. juli.

IPC

Kappingin verður skipað av  felagsskapinum IPC- International Paralympic Committee- . Tað er so, at ítróttafólk skulu verða góðkend og bólkað fyri at kunna luttaka í kappingunum hjá felagsskapinum, og harafturat skulu tey klárað ávísar kravtíðir.  ÍSB hevur í løtuni fýra góðkend ítróttafólk innan henda felagsskap. Komandi ár skipar felagsskapurin fyri PL (Paralympisku leikunum), sum svarar til OL hjá teimum, ið ikki bera brek. EM kappingin í Berlin er sostatt eisini ein liður í fyrireikingunum til stóru leikirnir fyri framman.