VÆLKOMIN!

EM í svimjing: Persónlig met og finalupláss

Í dag er síðsti kappingardagurin í EM kappingini í Berlin, og tað eydanaðist Ragnvaldi Jensen í morgun at svimja seg í finaluna í 100 m bringusvimjing. Ragnvaldur kom á mál víð tíðini 1.15,84 og tað er eisini eitt persónligt met hjá Ragnvaldi. Finalan verður í kvøld kl 17.30 føroyska tíð, og til ber at fylgja við á heimasíðuni.

http://www.ecswimming2011.com/

Krista Mørkøre hevur eisini staðið seg væl, í 50 m frísvimjing kom hon á mál við tíðini 34,64, sum er er eitt persónligt met hjá 12 ára gomlu Kristu.