VÆLKOMIN!

Eunice Kennedy Shriver dagur

Í dag- 24. Septembur- vera serstøk hátíðarhald hildin kring allan heimin.

Ítróttafólk við menningartarni minnast á ein serligan hátt Eunice Kennedy Shriver, sum andaðist 11. August í 2009. Eunice tók stig til at seta felagsskapin Special Olympics á stovn, og í dag er hetta ein heimsumfatandi felagsskapur, ið skipar venjingar- og kappingartilboð til menningartarnað. Síðstu tølini siga, at eini 3 mió ítróttafólk úr 180 londum eru knýtt at felagsskapinum, og felagsskapurin sigur í tíðindaskrivi, at hetta høvdu tey ikki droymt um, tá fyrsta kappingin fór av bakkastokki fyri 50 árum síðani.

Føroyar hava ognað sær limaskap í felagsskapinum, ÍSB fekk henda limaskap í lag í ár 2000, og sama ár luttóku vit fyri fyrstu ferð á altjóða leikum hjá felagsskapinum. Síðan tá hava vit sum kunnugt luttikið í fleiri heimsleikum. Eisini her heima hava vit fleiri kappingar, sum verða skipaðar eftir sama leisti, sum vit kenna frá Special Olympics.

Eunice hevur fingið fleiri viðurkenningar fyri sítt arbeiði at seta  Special Olymics á stovn og vera leiðari fyri felagsskapin. Amerikanska  stjórnin og forsetin hava heiðrað hana, eisini ítróttaheimurin hevur veitt henni viðurkenning, frá  blaðnum Sport Illustrated fekk hon heiðurin sum “sportsman of the year Legacy award” í 2008.

Sjálvt um Eunice ikki er millum okkara longur, so heldur arbeiði fram í sama anda, og í dag er tað sonur Eunice, Timothy Shriver, sum er forðmaður í felagsskapinum. Seinast summar fingu føroysku ítróttafólk høvi at hitta hann, tá tey luttóku í special Olympics  World Summer Games í Athen.

Special Olympics hevur eina heimasíðu, og har ber til at lesa meir um virksemið og um Eunice Kennedy Shriver. Heimasíðan sæst við at trýsta HER