VÆLKOMIN!

Eunice Kennedy Shriver farin

Mikudagin 12 august andaðist stovnarin av Special Olympics, Eunice Kennedy Shriver í Massachusetts, USA. Hon gjørdist 88 ár gomul.

Í meira enn 60 ár hevur hon verið leiðari fyri Special Olympics rørsluni. Tað var í 1968 at Eunice byrjaði sítt virksemið, sum skuldi vísa seg at gerast heimsumfatandi við meir enn 2 mió. íðkandi. Eisini í Føroyum hava vit fleiri íðkandi. Nøkur av teimum hava eisini luttikið á Special Olympics World Games, sum er fjórða hvørt ár.

Special Olympics er ein rørsla, ið hevur sum aðalmál at betra um viðurskiftir hjá fólki við menningartarni. Arbeitt verður innan økir sum, heilsu, útbúgving, familju og vinir, men ítrótturin er í miðdeplinum. Eunice byrjaði sjálv sum venjari og skipaði fyri venjingum og kappingum.

Eunice Kennedy Shriver er farin, men hennara ynski var til tað síðsta, at virksemi hjá Special Olympics mátti halda áfram í sama anda. Og tað eru mong kring heimin, sum gleðast um henda møguleika at kunna luttaka í ítrótti.

Eftir Eunice sita maður og 5 børn.

Friður veri við minninum um Eunice Kennedy Shriver

http://www.eunicekennedyshriver.org/