VÆLKOMIN!

Familjutiltakið hjá ítróttarfelagnum Smæruni 2014

 Sunnudagin 6. apríl frá kl 14 – 17 skipar ítróttarfelagið Smæran fyri árliga familjutiltakinum á Skúlanum við Løgmannabreyt. Dagurin byrjar kl 14, við at formaðurin í Smæruni bjóðar vælkomin, og Ælabogin spælir.

 

Kl 14.30 verður bocciakapping, har bæði fólk við rørslu- og menningartarni, familjulimir, vinir og onnur hava møguleika fyri at luttaka. Vinnarin fær eitt gávukort.

Onnur tiltøk eru eisini, sum familjan kann hugna sær við, sum t.d. blása píl, bocci, curling og borðtennis. Eisini verður myndasýningin av tiltøkum síðan seinasta familjutiltak. Eftir bocciakappingina verður kaffi og køkur.

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar. 20 kr fyri limir og 50 kr fyri onnur.

Atgongumerki er samstundis ein lutaseðil.

Øll eru hjartaliga vælkomin til familjudagin!

Smæran