VÆLKOMIN!

Fimleikafelagið Ljósið

Fimleikafelagið Ljósið hevur fimleik fyri børn og ung, ið bera brek. Hvønn hósdag møtast eini 10 børn og ung í kommunuskúlanum at gera fimleik, og síðsta hósdag varð undirritaða boðin á vitjan. Byrjað verður kl 18.00, men eg kom nakað seinni.

Komin inn í gongina í kommunuskúlanum, hoyrdi eg, at her var lív í. Og rætt var, tí inni í høllini rokaðust tey ungu. Onkur hekk í togunum, onnur bóltaðu rút meðan onnur vandu javnvág á bummunum.

Tað er Nena Thomsen, mamma hjá Jenny, sum venur liðið. Hon sigur at fimleikurin hevur verið væl umtóktur millum tey ungu. Tey hava tikið seg nógv fram hesi árini tey hava gingið til venjing. Hæddarpunktið er fimleikaframsýningin um várið, tá framføra tey okkurt av tí, tey hava lært um veturin.

So er fimleikatímin við at verða liðugur, og Nena heitir á tey ungu at rudda amboðini upp. Og so fara tey í gongd við at rudda upp, glað og vælnøgd eftir ein góðan fimleikatíma.

Vitjanin er at enda komin og eg takki fyri meg.

Myndir er at síggja her 

Áhugaði kunnu seta seg í samband við Nenu Thomsen tlf 31 93 18