VÆLKOMIN!

Fleiri kvøldskúlatilboð kring landið

Kvøldskúlarnir kring landið  eru so smátt farnir í gongd. Í eysturoynni eru fleiri spenndi venjingar- og ítróttatilboð, har er m.a. fótbóltur, boccia, svimjing og ítróttur á skránni. Á heimasíðuni hjá Svani ber til at lesa meir um tilboðini.

Eisini í Klaksvík er ítrótta- og venjingartilboð til teirra, ið bera brek. Leygardag frá 18.00 til 20.00 eru svimjivenjingar á skránni og hósdagar er ítróttur og spæl í fimleikahøllini, og tað er frá kl 17.00 til 19.00. Og suðuri í Vági verður svimjing á skránni, tímin liggur mánadagar kl 20.00

Vit vóna at undirtøkan verður góð til tey ymisku tilboðini, og ynskja øllum góða eydnu við venjingunum.