VÆLKOMIN!

FM hjá SSF: Heiðursmerki og persónlig met til Ragnvald og Kristu

Svimjisambandið hevur skipað fyri árligu FM-kappingini í svimjing. Kappinging var í svimjihøllini í Gundadali um vikuskiftið, og svimjarar úr øllum landinum luttóku í kappingini.

Fyri at kunnu luttaka í FM kappingini, mugu svimjarar hava ognað sær bronsunálina hjá SSF, og tað eydnaðist hjá 12 ára gomlu Kristu Mørkøre (Ægir) í vetur. Og tað hilnaðist væl hjá henni, hon setti fleiri persónlig met m.a á teininum 50 m frísviming, hon kom á mál við tíðini 34,11 sek.

Ragnvald Jensen (Flot) stóð seg eisini sera væl, hann vann bronsuheiðursmerki í 100 m bringusvimjing, hann kom á mál við tíðini 1.12,10. Nr eitt gjørdist Pál Joensen (Susvim) við tíðini 1.08,95 og Eyðbjørn Joensen (Susvim) fekk silvurheiðursmerki við tíðini 1.10,45. Krista og Ragnvald luttóku í fleiri kappingum, øll úrslitini frá kappingini síggjast við at trýsta HER

Tað liggur sjálvsagt nógv og miðvís venjing aftanfyri avrikini hjá teimum báðum, og vit frøast um tað góða og miðvísa arbeiðið, ið verður gjørt úti í Feløgunum. Krista venur við svimjifelagnum Ægir í Klaksvík og Ragnvald venur á Toftum í svimjifelagnum Flot

Krista og Ragnvald skulu aftur í eldin um ein mánað. Tá  skulu tey umboða Føroyar til EM í svimjing fyri brekað, sum verður í Berlin, og tað verður spennandi at fylgja við teimum tá tey skulu kappast móti bestu svimjarum í Evropa. ÍSB ynskir teimum tillukku við frálíku úrslitunum til FM-kappingina og góða eydnu við kappingini í Berlin komandi summar.