VÆLKOMIN!

FM hjá SSF: Heiðursmerki og persónlig met til Ragnvald og Kristu

Svimjisambandið skipaði fyri FM í svimjing um vikuskiftið og kappingin var í Havn. Ragnvald og Krista luttóku bæði í kappingini, Ragnvaldur venur í  Havnar Svimjifelag og Krista í svimjifelagnum  Ægir.

Tað gekk heilt væl, Ragnvaldur vann bronsu í kappingini 100 m bringusvimjing, tá hann kom á mál við tíðini 1.11,83, sum eisini eitt persónligt met hjá honum.

Krista setti eisini persónligt met í 100 m bringusvimjing við tíðini 1.34,26. Hon luttók eisini í øðrum kappingum, men megnaði ikki á hesum sinni at seta persónlig met í kappingunum.


Krista og Ragnvaldur halda fram við venjingini, tí um ein góðan mánað fara tey at luttaka í German Open, sum verður í Berlin, og hetta er liður í fyrireikingunum til Paralympisku leikirnir.


 Sum kunnugt hevur Ragnvaldur longu rokkið kravtíðunum í 100 m bringusvimjing,  og vit vóna at tað eisini fer at eydnast hjá Kristu, sum hóast sín unga aldur, longu nærkast kravtíðum til kappingar á hægsta støði, tá tað snýr seg um svimjing fyri fólk við tarni.


Vit ynskja teimum tillukku við frálíku úrslitunum til FM í svimjing og góða eydnu framyvir.
 Á heimasíðuni http://www.svimjing.com/ ber til at síggja úrslit og myndir frá kappingini.