VÆLKOMIN!

FM í boccia

 

 

 

Føroyameistaraskapið í boccia verður 21. mars kl. 10.00 í ítróttarhøllini á Skála.
Luttakarar verða býttir upp í tríggjar bólkar:

Bólkur 1: Rørslutarnað
Bólkur 2: Menningartarnað - opin bólkur
Bólkur 3: 1. deild hjá teimum menningartarnaðu, sum er sett av 8 teimum fremstu í jólakappingini. Hesu eru: Theodor Esmar, Elvin, Valdemar, Unn, Jonhard, Joanna, Hentzia og Ester Maria.

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til halla@isb.fo ella ringja 317579 innan hósdagin 19. mars. Vinaliga upplýsið navn, eftirnavn, bústað, føðidato og bólk.

ÍSB