VÆLKOMIN!

FM í boccia

Um vikuskiftið skipar ÍSB fyri árligu FM-kappingini í boccia.  Kappingin verður í badmintonhøllini í Klaksvík, leygardagin 2. apríl kl 13.00.

Gott 40 ítróttafólk hava meldað seg til kappingina, og tey koma at kappast í tveimum bólkum, rørslutarnað og menningartarnað. Til kappingina í Klaksvík verður eisini avdúkað hvør fær heiðurin sum ársins boccialeikari, og viðkomandi fær eitt steyp til ognar.

Ítróttafólkini eru í øllum aldri og tey venja til dagligt í kvøldskúlunum kring landið og í ítróttafeløgunum Smæruni og Svani. Tey hava vant miðvíst til kappingina, sum má sigast at vera hæddarpunktið á boccia-kappingarárinum.

Kappingin í Klaksvík byrjar sum sagt kl 13.00, og tað verður Leila Solmunde, forkvinna í MBF, ið kemur at seta kappingina. Øll eru vælkomin at fylgja við í kappingini.