VÆLKOMIN!

FM í frælsum ítrótti

Frælsur ítróttur hevur rættuliga fingið vind í seglini, talið á børnum og ungum íðkandi er voksið munandi. Tað var tí talan um eina sera spenanndi kapping fríggjadagin 10. juni, tá ÍSB skipaði fyri árligu FM-kappingini í frælsum ítrótti.

Ítróttafólk komu úr øllum landinum at kappast um heiðursplássini. Fyri at tryggja eina so javnbjóðis kapping sum møguligt, vórðu ítróttafólk deild í bólkar. Talan var um ein barnabólk, ein bólk fyri vaksin og síðan elitubólkurin, menn. Og øll royndu sítt besta.

Veðrið var av tí allar fagrasta, so fitt av fólkið hevði leitað sær niðan á Tórsbreyt henda dagin fyri at fylgja við í kappingini. Fyrst vóru rennikappingarnar á skránni, kappast var á 100-, 200- og 400 m teinunum, síðani var longdarlop og kúlustoyt á skránni áðrenn heiðursmerki vórðu handað. Tað var Jógvan Jensen, formaður í ÍSB, ið handaði heiðurmerkini til nr eitt, tvey og trý í hvørjum bólki, hini fingu eitt serligt ÍSB-heiðursband.

Úrslitini frá kappingini eru at síggja HER og myndir síggjast við at trýsta HER