VÆLKOMIN!

FM í svimjing

     

 

 

Aftur í ár bjoða vit tær/tykkum til FM í svimjing hjá ÍSB. Kappingin verður í Svimjihøllini í Gundadali mikudagin 1. apríl.
Kappingin er fyri øll, ið hava hug at luttaka. Tað er onki krav at tú/tit ganga regluliga til svimjing.

Kappingin byrjar kl 17.30 og upphiting er kl. 17.10.

Kappingar

1.               100 m bringu, gentur
2.               100 m bringu, dreingir
3.               25 m rygg, gentur
4.               25 m rygg, dreingir
5.               50 m frí, gentur
6.               50 m frí, dreingir
7.               50 m rygg, gentur
8.               50 m rygg, dreingir
9.               25 m frí, gentur
10.            25 m frí, dreingir
11.            50 m bringu, gentur
12.            50 m bringu, dreingir
13.            100 m frí, gentur
14.            100 m frí, dreingir
15.            50 m firvald, gentur
16.            50 m firvald, dreingir

Tit kunnu tilmelda tykkum innan 28 mars við at ringja til ÍSB tlf 317579. Fartelefon: 217975. Teldupost: halla@isb.fo
Tit upplýsa navn/nøvn á svimjara/svimjarum, føðiár og nummar á kapping/um, tit ynskja at luttaka í og til seinast eina tilmeldingartíð.
Heiðursmerki verða handa til nr 1, 2 og 3. Øll fáa eitt diplom.
Kappingar, har bert ein ella tvær tilmeldingar eru, kunnu verða lagdar saman við somu kapping hjá mótsatta kyni. Er bert ein tilmelding í eini kapping hjá báðum kynum, verður kappingin avlýst.
Svimjarar, sum hava tørv á hjálp í umklæðingarrúminum og til upphiting, mugu hava hjálpara við.

Tit eru vælkomin til at bjóða øðrum við, sum møguliga ikki hava fingið eina innbjóðing.

Eftir kappingina eru øll boðin til ein bita í kantinuni (uml kl 19.00), har eisini aðalfundurin hjá ÍSB verður hildin.

Vinaliga

ÍSB