VÆLKOMIN!

FM kappingar í boccia, borðtennis og svimjing

Páskirnar nærkast og harvið eisini FM kappingarnar hjá ÍSB. Svimjikappingin verður 17. mars og dagin eftir, 18 mars, verður FM í borðtennis. Meðan kappingarnar í svimjing og borðtennis  verða í Havn, so verður Ítróttahøllin í Runavík karmur um stóru FM kappingina í boccia leygardagin 27. mars.

Tilmeldingin er longu farin í gongd, og vit gleða okkum til spennandi kappingar og vænta, at undirtøkan verður stór.

Niðanfyri ber til at lesa meira um kappingarnar.

Borðtennis

Kappingin í borðtennis verður í fimleikahøllini á Venjingarskúlanum hósdagin 18 mars kl 16.30 Tey, ið ynskja at luttaka, skulu melda til hjá Jóhan Lervig á telefon 22 47 66, áðrenn mikudagin 17. mars kl 17.00.

 

Boccia

Kappingin verður 27. mars kl 11.00 í ítróttahøllini í Runavík. Tilmeldingarfreistin er týsdagin 23. mars.

Les meira um kappingina við at trýsta her

 

Svimjing

Í høllini í Gundadali mikudagin 17. mars kl 17.30

Les meira um svimjikappingina við at trýsta her