VÆLKOMIN!

Føroya kulasti rørsludagur 2011

Aftur í ár skipa Javni og ÍSB fyri ”Føroya kulasta Rørsludegi”. Tiltakið verður í Klaksvík og er skipað soleiðis, at øll hava møguleika at luttaka.

Tíðindaskriv                                                                                                   29. august 2011

Føroya Kulasti Rørsludagur verður í miðbýnum í Klaksvík, mánadagin 12. september frá kl. 17.30- 19.30

Tiltakið er skipað soleiðis at luttakararnir hittast í Vágstúni – við Fípuna Føgru í Klaksvík kl 17.30, har Gunnvá við Keldu, borgarstjóri fer at seta tiltakið. Íróttafelagið Treysti í Klaksvík stendur fyri upphitingini, sum verður beint eftir setanarrøðuna.

Eftir hetta verður runnið, gingið ella koyrt í koyristóli teinin úr Vágstúni, eftir Gerðagøtu og framvið  Ósaskúlanum aftur til Vágstún. Ongi krøv verða sett til førleika ella avrik, hvør einstakur luttakari avgerð hvussu ofta tey renna og/ella ganga rutuna.

 Komnir á mál, fáa luttakararnir eitt próvskjal og harafturat fáa tey vatn og frukt.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Føroya kulasta Rørsludag 2011.

 

Heilsan

Javni og ÍSB

í samstarvi við Klaksvíkar býráð og Treysti