VÆLKOMIN!

Føroya kulasti rørsludagur

Aftur í ár skipa Javni og ÍSB fyri ”Føroya kulasta Rørsludegi”. Tiltakið verður í Havn og er skipað soleiðis, at øll hava skulu hava møguleika at luttaka.

Tíðindaskriv                                                                                                   31. mai 2010

Føroya Kulasti Rørsludagur verður í miðbýnum í Havn, mikudagin 9. juni frá kl. 13.00 – 15.00.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at seta dagin. Eftir setanina fara lærarskúlanæmingar at skipa fyri upphiting, sum verður soleiðis, at øll kunnu luttaka, eisini tey, ið hvørki kunnu ”krúpa ella ganga”.

Aftaná upphiting og undirhald - umleið kl. 14.00 - verður runnið, gingið ella koyrt í koyristóli frá Gamla Apoteki og oman til rundkoyringinga í Havnagøtu. Fyri hetta tiltakið fáa luttakararnir eitt próvskjal, umframt frukt og vatn verður til øll.

Tiltakið er lagt soleiðis til rættis, at fólk úr Suðuroynni kunnu vera við, uttan at noyðast upp á hálvari nátt.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Føroya kulasta Rørsludag.

Rúna Sivertsen                                                                                       Tóra Øre Hansen

Javni                                                                                                           ÍSB

Tlf.: 594827                                                                                              Tlf.: 217975