VÆLKOMIN!

Føroya Tele er stuðul hjá ÍSB

Føroya Tele er nýggjur stuðul hjá ÍSB. Í gjár varð avtalan undirskrivað av Bjørg Jacobsen frá Føroya Tele og Jògvani Jensen, formanni í ÍSB.

-Tað er gleðiligt, at  Føroya Tele vil stuðla arbeiðnum hjá ÍSB, segði Jógvan Jensen og nýtti høvi at takka fyri stuðulin.

Á fundinum varð eisini kunnað um tiltøk og kappingar, sum eru á skránni komandi vetur. Og um ítróttatilboð, ið eru til fólk við breki í Føroyum.

Myndir er at síggja HER