VÆLKOMIN!

Føroysk luttøka til stórsta ítróttatiltak í 2011

Tólv føroysk ítróttafólk hava í allan vetur fyrireika seg til stórsta ítróttatiltak í heiminum í ár. Talan er um Special Olympics World Summer Games, sum vera í Athen í døgunum 25. juni til 4. juli.

Føroyska liðið, ið telur 18 persónar fer úr Føroyum til Athen týsdagin, og í Athen fara tey at kappast í boccia, frælsum ítrótti og svimjing. og tey eru:

Boccia

Elin Løkin (Svanur)

René Líð Thomsen (Svanur)

Theodor Esmar Hansen (Svanur)

Unn Mortensen (Smæran)

Venjari: Dan Lamhauge

Frælsur ítróttur

Meiken Olsen (Bragdið og Smæran)

Rannvá Strøm (Bragdið og Smæran)

Júst í Túni (Svanur)

Tórður Hjalt Jacobsen (Svanur)

Venjari: Sonni Djurhuus

Svimjing

Eivindur Toftegaard (Smæran)

Robert Poulsen (Smæran)

Heidi Eliasen (Smæran)

Súsanna Johannesen (Smæran)

Venjari: Barbara Holm

Á heimasíðuni hjá ÍSB ber til at fylgja við í kappingini, men eisini ber til at vitja heimasíðuna hjá leikunum www.athens2011.org