Forsetin í IPC kemur til Føroya í dag
Í samband við, at tað leygardagin eru tríati ár síðan ÍSB varð sett á stovn hava vit fingið vitjan av forsetunum í bæði EPC (European Paralympic Committee), John Petterson úr Danmark og forsetanum í IPC (International Paralympic Committee), Sir Phil Craven.
Tá ið Phil Craven somuleiðis er nevndarlimur í IOC (International Olympic Committee), hevur hann í gjár, hósdagin 8. apríl havt fund við leiðsluni í ÍSF.
ÍSF hevur sum kunnugt higartil uttan úrslit roynt at fingið limaskap í hesum altjóða felagsskapi, sum hevði givið bestu ítróttafólki okkara møguleika at tikið lut í olympisku leikunum.
Sir Phil Craven er føddur 4. juli 1950 í Bolton í Onglandi. Hann er giftur og eigur tvey børn.
Útbúgving hansara er Bachelor of Arts í geografi frá fróðskaparsetrinum í Manchester í 1972.
Sum ungur var hann virkin í ítrótti fyri brekað. Hann umboðaði Stóra Bretland á fimm paralympiskum leikum í koyristóls kurvabólti frá 1972 til 1988. Harumframt var hann við í svimjing í paralympisku leikunum í 1972.
Heiðursmerki hansara í altjóða kappingum í koyristóls kurvabólti : gull í HM 1973 og bronsu í HM 1975. Gull í EM í 1971 og 1974 og silvur í EM 1993.
Longu áðrenn hann gavst sum virkin ítróttamaður gjørdist hann partur av leiðsluni í altjóða felagsskapinum, sum tá stóð fyri koyristóls kurvabólti í altjóða høpi.
International Wheelchair Basketball Federation (IWBF) varð sett á stovn í 1993, og árini 1998-2002 var Craven forseti í hesum felagsskapi.
Hann hevur verið forseti í International Paralympic Committee (IPC) síðan 2001.
Somuleiðis hevur hann verið limur í International Olympic Committee (IOC) síðan 2003.
Harumframt hevur hann verið nevndarlimur í fleiri altjóða nevndum í samband við bæði ítrótta fyri brekað og ítrótt annars.
Síðan 2005 hevur hann verið partur av fyrireikingarbólkinum, sum stendur fyri at fyrireika OL og Paralympic í London í 2012.
Sir Phil Craven og kona hansara komu til Føroya hósdagin 8. apríl og hann fer avstað aftur sunnudagin.
Leygardagin verður hann við til døgurðan í samband við 30 ára dagin hjá ÍSB.











