VÆLKOMIN!

Fótbóltur

 Leygardagin 16 apríl skipar Ítróttafelagið Svanur fyri innandura fótbóltskapping. Kappingin verður í ítróttahøllini í Runavík.

Bæði gentur og dreingir kunnu vera við, men neyðugt er við tilmelding. Áhuga kunnu seta seg í samband við Wenzel á tlf 26 42 25.

Í vetur hevur m.a. fótbóltur verið á kvøldskúlaskránni í Runavík, og undirtøkan hevur verið góð, sigur Wenzel Olsen venjari. Áhugin fyri fótbólti er sum vera man stórur, og vónandi vera nógvir spælarar við leygardagin.

Kappingin í Runavík byrjar kl 14.00 og er væntandi liðug kl 16.00