VÆLKOMIN!

Frá Smæruni

Nú leygardagin 22. feb. kl. 14.00 verður triðja og seinasta umfar í boccia í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Hetta er seinasta umfar í kappingini, og enn er einki avgjørt. So stórur spenningur er um, hvør fer avstað við ferðasteypinum.

Minnist til at melda tykkum til á:

·        E-post: ifsmaeran@gmail.com  ella

·        Telefon: 230851

Kostnaður kr. 20,00.

Gott hevði verið, um øll tey sum eiga Smærudrakt og/ella blus eru í hesum.

 

Sjálvandi verður eisini ein drekkamunnur og okkurt afturvið í

steðginum.

 

Vit vóna, at tað verða nógvir áskoðarar.