VÆLKOMIN!

Frálík føroysk úrslit við HM í frælsum ítrótti í Kekkia

 Nú um dagarnar luttóku Kristian Martin Garðalíð í heimsmeistarakapping í frælsum ítrótti fyri fólk við menningartarni. Kappingin var í Prag.

Kristian Martin luttók í greinini kúlukast. Hann kastaði 9, 39 metrar, og var tað eitt gott úrslit.  

Júst rann á 800 og 1500 metra teinunum. Hann hevði tíðirnar í 800 m 2 min. 17,17 sek - og í 1500 m:  4 min. 46.95 sek. Hetta vóru persónlig met.

20 tjóðir luttóku í kappingini, og  Føroyar endaðu sum nr 10.