VÆLKOMIN!

Framúrskarandi úrslit í Malmø Open

Í vikuskiftinum luttóku seks føroyingar í Malmø Open. Fýra í svimjing og tveir í borðtennis. Føroyskir svimjarar hava luttikið í kappingini í nøkur ár nú, og er Malmø Open ein góð kapping hjá teimum ungu, gávuríku svimjarunum. Og úrslitini vóru enn einaferð framúrskarandi. Okkara svimjarar gjørdu veruliga vart við seg við tilsamans 5 gull-, 5 silvur- og 6 bronsuheiðursmerkjum. Harumframt vóru heili 9 føroysk met sett og 13 persónlig met. Teir fýra ungu svimjararnir Krista Mørkøre, Dan Akursmørk, Robert Poulsen og Súsanna Johannesen teljast millum gávuríkastu svimjarunum í Føroyum, og sæst hetta so avgjørt eisini aftur í tíðunum, sum tey svumu. Úrslitini frá svimjingini í Malmø Open kunnu síggjast her: /myfiles/files/Malmø Open.xls

Borðtennisleikarar vóru við fyri fyrstu ferð, og staðfestast kundi, at støðið var alt ov høgt. Luttakararnir teljast millum teir bestu í Noðurlondum, og vóru fleiri útnevndir meistarar. Tískil megnaðu okkara borðtennisleikarar ikki at gera vart við seg, men var hetta tó ein góð uppliving, sum kanska kann geva teimum blóð uppá tonnina. Nakrir dystir megnaðu teir báðir Kristian Martin Garðalíð og Elvin Weihe at vinna.

Myndir frá kappingini verða lagdar á heimasíðuna skjótt.