VÆLKOMIN!

German Open í svimjing

Í vikuskiftinum er stór svimjikapping fyri brekað í Berlin, Týsklandi. Ítróttasamband fyri Brekað, ÍSB, hevur hesuferð útvalt tríggjar, evnaríkar svimjarar at luttaka í kappingini, nevniliga Kristu Mørkøre, Dann Akursmørk og Ragnvald Jensen. Krista er 12 ár og venur dagliga við Ægir. Dann er 13 ár og venir við svimjifelag sínum í Århus. Tey svimja bæði í bólkinum S10, sum er bólkurin hjá teimum rørslutarnaðu, ið hava minst brek. Av tí at tey eru so ung, verða tey eisini bólkað í barnabólkin.

 20 ára gamli Ragnvald Jensen kemur úr svimjifelagnum FLOT og kappast í bólkinum S14, ið er bólkurin fyri svimjarum við menningartarni..
Hendan kappingin er útvald serliga til tey, tí  her kunnu tey royna seg ímóti javnaldrum og á javnbjóðis støði.

Tey luttóku eisini í kappingini í fjør, og tá sást týðiliga, at okkara svimjarar vóru á odda, tí tey komu heim við heiðursmerkjum í øllum kappingunum. Vónandi fer at ganga líka gott hesaferð