VÆLKOMIN!

Gleðilig jól og gott nýggjár

ÍSB vil hervið ynskja  øllum íðkandi, venjarum, leiðarum, stuðlum og øðrum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Eins og undanfarin ár, var jólaveitslan hjá stuðlafelagnum síðsta tiltakið á árinum. Veitslan var í Pálsstovu í hóskvøldið 17. desember, og hon eydnaðist væl. Jólamaðurin kom á vitjan, og øll fingu ein pakka heim við.  Vit takka stuðlafelagnum fyri eina sera góða veitslu.

Venjingin byrjar aftur mánadagin 4. januar.