VÆLKOMIN!

Gleðilig jól og gott nýggjár

Jólini stunda til, og vit nærkast enn einum ársskifti. 

Ítróttasamband fyri brekað vil takka fyri eitt gott ítróttaár. Takk til tykkum mongu ítróttafólk kring landið, sum á hvørjum ári royna tykkara besta í venjingum og kappingum, takk til feløg, venjarar, stuðlar, foreldur og onnur avvarandi.

Vit vilja eisini ynskja tykkum øllum og familju tykkara eini gleðilig jól, og eitt av Harranum vælsigna nýggjár

Myndin á jólakortinum í ár er av Áka Joensen, sum gjørdist norðurlendskur meistari í boccia í vár. Vit ynskja honum og øllum okkara ítróttafólki tillukku við frálíkum ítróttaavrikum í farna ári.