VÆLKOMIN!

Global Games 2009

 Í døgunum 5. til 14. juli varð skipað fyri Global Games í Kjekkia. Tað er felagsskapurin Insa-fid, ið skipar hesar kappingar 4. hvørt ár.

Tað eru ítróttafólk við menningartarni, ið kappast til Global Games í ymiskum ítróttagreinum. Talan var um bestu ítróttafólk í heiminum, við menningartarni, ið møttust til dyst í Kjekkia.

Kristian Martin Garðalíð og Ragnvaldur Jensen umboðaðu Føroyar til kappingina, í ávikavist Frælsum ítrótt og svimjing.

Kristian Martin luttók í heptatlon, sum er 7 kampur. Hann stóð seg væl, sjálvt um hann ikki megnaði at blanda seg millum teir bestu. Kristian Martin setti eisini fleiri persónlig met. Venjari hansara, Sonni Djurhuus var væl nøgdur við avrikið.

Ragnvaldur, sum hevur luttikið í fleiri altjóða kappingum í svimjing, slapp veruliga at royna seg, tí kappingin var hørð. Ragnvaldur fekk 3 finalupláss, men tað rakk ikki til nakað heiðursmerki á hesum sinni.

Føroysku ítróttafólkini hava staðið seg sera væl, og spennandi verður at fylgja við teimum báðum í framtíðini.