VÆLKOMIN!

Góðar kappingar á Jóansøku

Sunnudagin 26. Juni setti ÍSB ítróttafólkum stevnu á jóansøku, talan var kappingar í svimjing og boccia. Vit royndu hetta fyri fyrstu ferð í fjør, og undirtøkan var sera góð, at hetta óiva verður eitt afturvendandi tiltak.

Í ár var jóansøkan sum kunnigt á Tvøroyri, og kappingarnar hjá ÍSB vóru sunnudagin 26. juni.

Fyrst varð farið í gongd við svimjkappingarnar, og kappast var í greinunum frí-, rygg- og bringusvimjing. Svimjararnir royndi sítt besta, og úrslitini vóru góð. Svimjararnir fingu heiðursmerki handað.

Eftir at svimjikappingin var liðug, varð farið undir boccia-kappingina. Fyrst varð farið undir innleiðandi umførini og vinnararnir komu víðari til tey síðstu umførini. Tað vóru tey bæði Hentzia Mýrá úr Vági og Jonhard Haraldsen (Smæran), ið spældu finaludystin. Úrslitið gjørdist at Hentzia vann dystin og gullið, Jonhard fekk silvurheiðursmerki og Herfinn Haraldsen (Smæran) fekk bronsu.

Tey luttakandi komu úr ítróttafeløgunum Svani og Smæruni, men tað vóru eisini fleiri luttakarar úr suðuroynni. Fleiri áskoðarar høvdu eisini leitað sær niðan í skúlan at fylgja við í kappingunum, og teir settu sín dám á kappingina.

 Summarferian er byrjað og jóansøkukappingarnar eru síðstu tiltøkini á skránni hetta kappingarárið.

Men longu í næstu viku kunnu bocciaspælarar aftur sleppa at royna seg, tí tá fer ítróttafelagið Svanur at skipa fyri boccia á Varmakeldu.

Myndir frá kappingini síggjast HER