VÆLKOMIN!

Góð úrslit í FM-kappingini í frælsum ítrótti

FÍF- frælsur ítróttur Føroya- hevur skipað fyri FM í frælsum ítróttir. Og tey fýra Júst, Meiken og Rannvá úr ítróttafelagnum Bragdinum og Kristian Martin (Hvirlan) luttóku í kappingini. Tey stóðu seg væl og vunnu fleiri heiðursmerki í kappingini: Rannvá og Meiken vunnu ávikavist silvur og bronsu í 100 m renning við tíðunum 17.01sek og 17,85 sek. Kristian Martin vann bronsu í 200 m renning við tíðini 28,41 sek og á teininum 400 m renning fyri menn, vann Júst silvur, tá hann kom á mál við tíðini 60,50 sek.

Øll úrslitini síggjat her http://www.athletics.fo/wp-content/uploads/2011/08/FM-2011-øll-úrslit2.pdf

Vit ynskja teimum tillukku við úrslitunum og góða eydnu í venjingini framyvir.

Myndin er frá heimasíðuni hjá itróttafelagnum Bragdinum