VÆLKOMIN!

Góð úrslit til ÍSB-svimjarar á SMS X-Mas Sprint 2010

Krista Mørkøre (Ægir) og Ragnvald Jensen (Flot) hava luttikið í eini svimjikapping um vikuskiftið, talan var um SMS X-Mas Sprint kappingin 2010, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri.

Tey bæði hava staðið seg væl, og hava sett fleiri persónlig met. Krista tók heili 9 sek av tíðini í 200 m frísvimjing, hon kom á mál við tíðini 2.47,65, eisini megnaði hon at betra um tíðina á 50 m teininum í frísvimjing við tíðini 34,97 sek.

-Tíðin vísti 1.16,89 tá Krista kom á mál í 100 m frísvimjing, og hetta er eisini eitt persónligt met hjá henni. Í hesum sambandi er vert at viðmerkja, at kravtíðin til EM í svimjing fyri brekað komandi summar er 1.20,00 min. So talan var um eitt frálíkt avrik hjá 12 ára gomlu Kristu.

Ragnvaldur betraði um sína tíð í 200 m bringusvimjing, hann kom á mál við tíðini 2.48,03 og hetta rakk til eitt triðjapláss í kappingini. Hann fekk eisini eitt triðjapláss á 100 m teininum í bringusvimjing við tíðini 1.17,02.  Og at enda setti hann eisini eitt persónligt met í 50 m bringusvimjing við tíðini 34,01.

Heili 36 kappingar vóru á skránni, Krista og Ragnvaldur luttóku í fleiri kappingum. Øll úrslitini frá kappingini kunnu síggjast við at trýsta HER

Tað er gleðiligt at síggja, at okkara ungu ítróttafólk standa seg væl í kappingum, og at tey gera framstig. Tað er onki at ivast í, at miðvís venjing úti í feløgunum gevur góð úrslit. Krista og Ragnvald venja til dagligt í svimjifeløgunum Ægir í Klaksvík og Flot á Toftum.