VÆLKOMIN!

Góð úrtøka í Monaco

Sum kunnugt hava Signa Vár og Heidi verið til Special Olympics svimjistevnu í Monaco í vikuskiftinum.

Sigast má at úrtøkan var sera góð, og svumu báðar nakrar av sínum bestu tíðum nakrantíð og vunnu gull í teirra greinum.

Fríggjadagin svam Signa Vár 25 m Firvald innleiðandi uppá 19.75, ein góð tíð sum hon betraði leygardagin og svam uppá 19.33.
100m Fri svam hon innleiðandi fríggjadagin uppá 1.23.66 - hennara besta tíð, sum hon tók aftur leygardagin og svam uppá 1.23.17

Heidi svam 50 frí innleiðandi fríggjadagin uppá 37.93, hennara besta tíð sum hon aftur tók leygardagin og svam uppá 37.75
Í 100m Rygg svam hon innleiðandi fríggjadagin uppá 1.34.90. Leygardagin var hon eitt lítið vet seinni við tíðini 1.35.11

Leygarkvøldið vóru tær bodnar í veitslu við dansi.

Ferðaliðið kom aftur til Føroyar sunnukvøldið.

ÍSB ynskir Heidi og Signu Vár hjartaliga tillukku við frálíka úrslitinum.