VÆLKOMIN!

Góða móttøku í Póllandi

 ÍSB hevur sent fýra ítróttafólk til Póllands at umboða Føroyar til Evropeisku leikirnar hjá Special Olympics, og føroyska Special Olympics liðið er komið fram í øllum góðum..

Í Varsjava fingu vit eina sera góða mótøku, har vóru føroysk fløgg, og umboð fyri vertsbýin Makow Mazowiecki tóku ímóti okkum á flogvøllinum. Síðan gekk leiðin til Makow Mazowiecki á vitjan í 3 dagar. Talan er um ein lítlan bý, sum liggur uml. ein tíma uttanfyri Varsjava.

Hetta hevur verið ein spennandi vitjan, og vit hava kent okkum væl í býnum. Gestirnir hava gjørt nógv burturúr; t.d. varð Merkið vundið á stong í polska býnum.

Á skránni var m.a. útferðir, framsýningar, móttøka og døgurði fyri føroyska liðnum. Vit búðu á einum serskúla, og skipað varð eisini fyri fleiri tiltøkum fyri okkara ítróttafólki og næmingunum á skúlanum.

Venjing var sjálvandi ein partur av skránni, og hvønn seinnapart vandu tey í eini innandurahøll. Venjarin Sonni Djurhuus sigur, at tey eru væl fyri, nú stóra evropeiska kappingin er fyri framman.

Í morgin, leygardagin 18 september, vera Evropeisku leikirnir hjá Special Olympics settir í Varsjava. Sunnudagin byrja kappingarnar við innleiðandi umførum. Finalurnar vera týsdagin og mikudagin.

Host Town (vertsbýrur) er ein fastur táttur av Special Olympics leikunum. Hvørt land fær ein vertsbý, sum tey vitja í tveir til tríggjar dagar. Í vertsbýnum verður skipað fyri ymiskum tiltøkum, so gestirnir fáa kunleika um landið og mentan teirra. Vertsbýurin skipar eisini so fyri, at ítróttafólkið fær møguleika at venja áðrenn leikirnir byrja.

Myndir frá Host Town síggjast HER