Grand Prix kapping í fagrasta veðri
Mikudagin 5. mai var annað umfar í Grand Prix kappingini í frælsum ítrótti. Kappingin var á Tórsbreyt, og eini 30 tilmeldingar vóru til kappingina. Nakrir áskoðarar høvdu leitað sær henda góðveðursdag niðan á Tórsbreyt, og spennandi var at fylgja við í kappingini. Tey íðkandi royndu sítt allar besta, og fleiri teirra settu eisini persónlig met. Úrslitini frá kappingini koma á heimasíðuna í næstum og kunnu síggjast her.
Tað luttakandi, sum vóru í øllum aldri, komu úr ítróttafeløgunum Smæruni og Svani. Onkur luttakari var eisini úr Klaksvík.
Kappast var í 100, 200, 400 og 800 m renning, kúlukast og longdarlop. Umframt hetta, var ein kapping í racerunning á 50 m teininum. Eftir kappingina fingu øll eitt diplom, og so vóru øll boðin oman í ÍSF-húsið til frukt og okkurt drekkandi. Myndir frá degnum síggjast her
Síðsta umfarið í Grand Prix kappingnini verður 2. juni kl 14.30










