VÆLKOMIN!

Grand Prix kappingarnar hjá Smæruni

Ítróttafelagið Smæran hevur skipað fyri trimum Grand Prix kappingum í frælsum ítrótti. Síðsta kappingin var sunnudagin 29. mai á Tórsbreyt, og felagið sigur á heimasíðuni at eini 30 fólk høvdu leitað sær niðan/oman á Tórsbreyt henda dagin. Kapppingar vóru í renning, racerunning og longdarlop og vit skilja at kappingarnar eydnaðust sera væl.

Sofus Olsen, formaður í felagnum og Finn í Puntabyrgi handaðu heiðursmerki til vinarar eftir lokna kapping. Øll fingu leikmeti og vatn.

Úrslit og myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá felagnum http://www.smaeran.net/