VÆLKOMIN!

Gull og silvur til Kristian Martin

ÍSB hevur sent Kristian Martin Garðalíð at umboða Føroyar til Herning games í frælsum ítrótti. Kristian Martin, sum dagliga venur við ítróttafelagnum Hvirluni, kappast í bólkinum fyri ítróttafólk við menningartarni. Hann hevur staðið seg sera væl og megnaði at vinna eitt gullheiðursmerki og harafturat setti hann fleiri persónlig met.

Gullheiðursmerkið vann hann í longdarlopi, tá hann megnaði at leypa 5.05 m og hetta er samstundis eisini eitt persónligt met. Í kúlustoyti setti hann eisini persónligt met við við 9,63 m, og hetta gav honum eitt fjórða pláss í kappingini. Síðsta kappingin hjá Kristian Martini var 100 m renning, og hann kom á mál við tíðini 13,18 sek, og í hesi kapping vann Kristian Martin silvur.

Kristian Martin hevur vant miðvíst fram til hesa kapping, og hann og venjari hansara Heri Ziska eru sum vera man sera væl nøgdir við avrikið hjá honum.