VÆLKOMIN!

Gull til Marius og Júst

ÍSB skipaði leygardagin 12. feb fyri árligu vetrarkappingini í boccia. Nærum 50 ítróttafólk úr øllum landinum tóku lut í kappingini, sum var í badmintonhøllini í Havn.

Kappast var í tveimum bólkum, rørslutarnað og menningartarnað

Fyrst varð farið í gongd við innleiðandi umfarið. Fýra spælarar vóru í hvørjum bólki, og eftir at øll høvdu spælt móti hvørjum øðrum, vóru stigini løgd saman, og nr. eitt og tvey í hvørjum bólki sluppu víðari í kappingini.

Úrslitið av kappingini gjørdist at Júst í Túni (Smæran) vann gull, Meiken Olsen (Smæran) vann silvur og Unn Mortensen (Smæran) vann bronsudystin móti Jacob Jacobsen (Svanur) og harvið bronsuheiðursmerki.

Einans tveir spælarar vóru í bólkinum rørslutarnað, og dysturin teirra millum endaði við at Marius Johansen vann gull og Jóa Ziska silvur.

2. apríl skipar ÍSB fyri FM-kappingini í boccia, sum í ár verður í Klaksvík

Myndir frá kappingini síggjast við at trýsta HER