VÆLKOMIN!

Hægsta luttakaratalið nakrantíð

Mikudagin 17. mars varð skipað fyri 2 kappingum. Fyrst var Grand Prix kappingin í frælsum ítrótti, so varð farið í svimjihøllini í Gundadali, har FM-kappingini í svimjing 2010 fór av bakkastokki.

Ongantíð áður hava so nógv luttakandi verið til hesar kappingar. Tilgongdin er í øllum aldursbólkum, men tó er hon størst millum børn og ung.

Vit gleðast um ta framgongd, ið ítróttur fyri brekað hevur í Føroyum.

Grand-Prix kapping í frælsum ítrótti

Í ár hava vit valt at skipa fyri Grand-Prix kappingum í frælsum ítrótti, og hetta var fyrsta kapping av trimum.

Ítróttafólkini lótu seg ikki forða av tí heldur ivasama veðrinum, tey royndu sítt besta og kappaðust í renning, kúlukasti og longdarlopi.

Tað er Sonni Djurhuus, landsliðsvenjari í frælsum ítrótti, ið skipaði fyri kappingini, og alt gekk sera væl. Úrslitini vóru góð og fleiri persónlig met vórðu sett á Tórsbreyt henda dagin.

Nærum 30 tilmeldingar vóru til kappingina, og fleiri foreldur og onnur áhuga vóru við sum áskoðarar.

Vit takka fyri eina sera góða kapping, og gleða okkum til næstu Grand-Prix kapping.

Úrslitin koma á heimasíðuna í næstum, og kunnu síggjast her

Myndir frá kappingini eru at síggja her

FM í svimjing

Eftir Grand-Prix kappingina, varð farið oman í høllina í svimjihøllina í Gundadali til árliga FM kappingina í svimjing.

Svimjarar komu úr øllum landinum, úr ítróttafelagnum SVANI, frá kvøldskúlunum í Klaksvík og Havn umframt úr Suðuroynni.

Gott 40 svimjarar vóru til kappingina, og hetta er metluttøka. Nógvir áskoðarar vóru við, og tey settu sín dám á kappingina.

Tiltakið byrjaði við at svimjararnir gingu í skrúðgongu inn í høllina, Ragnvald Jensen gekk fremst við Merkinum. Áðrenn Jógvan Arge, formaður í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, setti kappingina, sungu vit fyrsta ørindi av tjóðsanginum.

Og nú sluppu teir spentu svimjarar at royna seg í hylinum. Væl varð svomið, tí fleiri persónlig met vórðu sett, og mangan var kappingin hørð um heiðursplássini.

Kappast var í 25- og 50 m teinum í øllum greinunum. Tó vóru serligar kappingar vóru fyri børn og teirra, ið ikki klára at svimja meiri enn 25 m.

FM kappingin 2010 eydnaðist væl, og vit gleðast um tey framúr góðu avrikini.

Úrslit frá kappingini eru at síggja her

Myndir síggjast her