VÆLKOMIN!

Heidi og Signa Vár stóra framgongd

Special Olympics svimjararnir Heidi Eliasen og Signa Vár Dávadóttir Joensen hava seinastu tíðina havt stóra framgongd við svimjingini.
Tíðirnar eru nú so góðar at tær hava fingið ávikavist talentnál og bronsunál.
Heidi fekk talentnál fyri tíðina á 50 m frí sum hon svam í kapping í Vági 27/9-2015  Signa Vár fekk bronsunálina í 400m frí við tíðini 5:35.78 sum hon svam í Klaksvík 24/10-2015Báðar venja tær við, og kappast fyri Havnar Svimjifelag.

ÍSB ynskir teimum báðum hjartaliga tillukku við nálunum.