VÆLKOMIN!

Heiðursmerki og persónlig met í Berlin

ÍSB sendi tríggir føroyskir svimjarar at luttaka í German Open í svimjing, sum var 17. til 20 juni í Berlin.

Tey eru: Krista Mørkøre, Dann Akursmørk og Ragnvald Jensen. Krista og Dann kappaðust  móti svimjararum í sínum aldursbólki, meðan Ragnvaldur kappaðist í bólkinum S14. Svomið varð á langbana.

Talan var um eina stóra kapping við gott 600 svimjararum úr øllum heiminum. Føroysku svimjararnir stóðu seg væl. 11 ára gamla Krista vann eina bronsu, umframt hetta, setti hon persónlig met í øllum greinunum; í 100 m bringu við tíðini 1.48,06 og 100 m frísvimjing við 1.24,82

Dann Akursmørk  megnaði eisini at betra um sínar tíðir, tað rakk tó ikki til nakað heiðursmerki á hesum sinni. Dann kom á fjórða pláss í 50m frísvimjing við tíðini 37,15 og 50 m bringusvimjing við tíðini 51,70. 

Ragnvaldur vann sær fýra heiðursmerki í Berlin, tvey gull og tvey silvur. Umframt hetta, setti hann tvey persónlig met. Í 200 m bringu fekk hann tíðina 2.52.36, og í 50 m rygg við tíðini 36,54.

Vit ynskja teimum til lukku við frálíku úrslitunum.

Á heimasíðuni hjá Idm-schwimmen ber til at lesa um kappingina.

Fleiri myndir eru at síggja her