VÆLKOMIN!

Heiðursmerki og persónlig met

German open kappingin í svimjing er liðug, og Krista Mørkøre hevur sett fleiri persónlig met, vunnið fleiri heiðursmerki og so hevur hon eisini rokkið kravtíðunum til EM í svimjing fyri brekað komandi summar.

Fleiri kappingar vóru á skránni og byrjað varð við 50 m frí svimjing hósdagin, og her setti hon persónligt met á langbana við tíðini 35,11 sek, sum eisini rakk til eitt triðjapláss og bronsu í ungdómsbólkinum. Fríggjadagin vann Krista tvey silvur heiðursmerki  í  ungdómsbólkinum, talan var um kappingarnar 100 m frí og 50 m firvald, hon kom á mál við tíðunum 1.15,08 í 100 m frí og 56,42 sek í 50 firvald.

Kappingarnar hildu fram bæði leygardagin og sunnudagin og unga klaksvíksgentan vann eisini fleiri heiðursmerki hesar báðar dagarnar, umframt at hon setti persónlig met á langbana.

Tað er ítróttasamband fyri brekað, ið hevur sent Kristu at luttaka til German open og vit gleðast um at hon eisini verður við til stóru EM kappingina, sum verður í Berlin.

Úrslitini síggjast HER