VÆLKOMIN!

Heiðursmerkir til Føroyar á Special Olympics

Føroyar hava vunnið heiðursmerki á Special Olympics World Games, sum er í Athen í hesum døgum. Talan er um eitt silvurheiðursmerki í boccia og gull og bronsu í svimjing.

Elin Løkin, Unn Mortensen, Theodor Esmar Hansen og René Líð Thomsen hava luttikið í liðkappingini í boccia. Tað eydnaðist teimum at spæla seg til finaluna, men í finaluni tapti føroyska liðið móti Sri Lanka, og harvið silvur til føroysku boccia-spælararnir. Liðið frá Pakistan vann bronsu í kappingini.

Tað hevur eisini gingist væl hjá svimjararnum í dag. Robert Poulsen vann gull fyri Føroyar í 100 m frísvimjing við tíðini 1.11,14 og Eivindur Toftegaard kom á fimtapláss í somu kapping. 

Súsanna Johannesen  vann bronsu, og hetta var eisini í greinini í 100 m frísvimjing.  Kappingarnar halda fram í morgin, og tá skal Heidi Eliasen eisini royna seg í hylinum.´

Í frælsum ítrótti hevur eisini gingið væl. Tórður Hjalt Jacobsen setti persónligt met í 200 m renning 27,50 sek., og beint í hølunum á honum kom Jùst í Túni við tíðini 27,83 sek. Eisini genturnar Rannvá Strøm og Meiken Olsen hava luttikið í innleiðandi umførunum á teininum 100 m renning. Rannvá kom á mál við tíðini 16,18 sek., og Meiken við tíðini 17,54 sek.

Lagið á føroyingunum er gott í Athen, og í morgin halda kappingarnar fram, tá føroysku ítróttafólkini aftur skulu í eldin.